Smyril steðgaði upp

Tá ið Smyril fyri eini løtu síðani var hálvan annan fjórðing eystur úr Lítlu Dímun á veg úr Suðuroy til Havnar, steðgaði hann brádliga upp. Hann fekk tað, tey kalla ?Black out?.

Tað gingu 11 minuttir at fáa maskinurnar í gongd aftur, so at hann kundi halda leiðina fram til Havnar

Tað var klokkan 11.33 í morgun, at motorarnir steðgaðu, tá var Smyril 1,5 fjórðing úr landi. Tá snaraði hann útfrá landi og tá ið tey fingu maskinkraft aftur klokkan 11. 44, var hann 2,5 fjórðingar eystur úr Lítlu Dímum.

Veðrið er fínt, so tað var ongantíð vandi á ferð

Tað er hent nakrar ferðir, at motorarnir eru steðgaðir. Conrad Gaard Joensen á Strandferðsluni, sigur, at motornarnir eru av vælkendum slagi, men tað eru teldustýringarnar, sum fløkja er komin í nakrar ferðir.