Smyril sleppur ikki í dokk sum ætlað

Verkfall í Grikkalandi ger, at avloysaraskipið ikki verður klárt til tíðina

Tað er nú greitt, at strandfaraskipið, Smyril, fær ikki av landinum í dokk í næstu viku, sum ætlað.

 

Jóan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni, sigur, at orsøkin er at avloysaraskipið, grikska ferjan, Galaxy, verður ikki klárt at seta í sigling enn.

 

Rakstrarleiðarin sigur, at tey hava verið illa plágað av verkføllum í Grikkalandi í seinastuni og tískil hevur tað ikki eydnast at fáa skipið klárt.

 

Sostatt misti Smyril ætlaða dokkingarplássið í næstu viku. Men ístaðin hevur Smyril fingið nýtt dokkingarpláss í síðst í apríl.

 

Strandferðslan sigur, at sostatt verður tað ikki fyrrenn 21. apríl, at Smyril fer av landinum í dokk, og tá kemur Galaxy at avloysa Smyril í einar fýra vikur.

 

Galaxy tekur 400 fólk, og biladekkið er líka stórt sum tað á Smyrli. Hinvegin siglur hann eitt sindur seinni, so hvør túrur verður tveir tímar og tjúgu minuttir, ella tjúgu minuttir longri enn við Smyrli.

 

Galaxy fer at sigla eftir eini skerdari ferðaætlan, har hann siglur tveir túrar hvønn vegin um dagin.