Smyril skjótari enn ætlað í sigling

Tað gongur so mikið væl at gera eftirlitið við Smyrli, at ætlanin er at seta

hann aftur í sigling upp undir næsta vikuskiftið. Tað sigur Strandferðslustjórin Bæði óveður og tekniskir trupulleikar hava plágað avloysaraskipið, Regina Baltica, rættiliga illa, líka síðani hon kom til landið og tí hevur Strandferðslan lagt dent á at fáa Smyril aftur í sigling sum skjótast. Upprunaliga var ætlanin at seta hann í sigling aftur beint eftir hálvan

oktober.

Men nú bendir alt á, at hann verður settur í sigling nakrar dagar fyrr. Bogi Mortensen sigur, at alt talar fyri, at Smyril kann seta kósina heim aftur mánadagin. Tað tekur eitt sindur av tíð at sigla til Føroyar og at rigga hann til, men

Strandferðslan satsar upp á at fáa hann aftur í rutusigling upp undir næsta vikuskifti, ella fríggjadagin.Tað, sum hevur størstan áhuga fyri ferðafólkið er kanska, at elektroniska skipanin, sum hevur elvt til, at Smyril hevur mist motorkraftina nakrar ferðir, er nú installerað av nýggjum fyri at forða fyri, at slíkt hendir aftur.