Smyril skal skifta høvuðsmotor

Tvey umboð fyri MAN-verksmiðjuna eru í hesum døgum í Føroyum og hyggja at einum av teimum fýra høvuðsmotorunum á Smyrli, sum hevur fingið umfatandi skaða.

Greitt er, at motorurin heilt ella partvíst má skiftast út, men umboðini fyri MAN skulu royna at fáa yvirlit yvir skaðan, so finnast kann fram til eina manngongd fyri, hvussu farast skal fram.

– Smyril siglir nú bara við trimum motorum, og tað kann elva til seinkingar, tí hann ikki fær siglt við fullari ferð, sigur Bogi Mortensen, stjóri á Strandferðsluni.

Samrøða við hann kann hoyrast, við at trýsta á pílin undir myndini omanfyri.