Smyril skal flyta til Vágs

Gongst sum ætlað, verða tað ikki nógvir mánaðir til Smyril flytir av Sundi til Vágs at bunkra olju.

Tað sigur Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni.

Smyril brúkar tungolju og sum støðan er nú, er einasti møguleiki hjá skipinum at bunkra, inni á Sundi, har avtalað er við SEV um at fáa olju úr tangunum hjá orkufelagnum.

Men vansin við hesi loysnini er, at hvørja ferð Smyril bunkrar olju, noyðist hann bæði at broyta ferðaætlan og at leggja túrar burtur ímillum í ferðaætlanini.

Tað illneitast fólk inn á, tí tað er umleið triðjuhvørja viku, at tað hendir.

Rakstrarleiðarin hjá Strandferðsluni sigur, at tískil hava tey í eina tíð arbeitt við at gera umstøður til at Smyril ístaðin kann bunkra olju úr tangunum hjá SEV í Vági.

Í Vági eru eisini nógv betri umstøður við tað, at talan er um eina nógv betri og tryggari havn enn á Sundi, tí har má Smyril í heilt stóran mun laga seg eftir veðrinum.

Av tí sama er tað ymiskar vikudagar, at bunkra verður og tað ørkymlar ferðafólk enn meiri.

At bunkra á Sundi leygarnátt, sum er einasta nátt, Smyril liggur í Havn, er ikki ein ráðilig loysn. Í fyrstu atløgu skal tað passa við veðrinum og í aðru atløgu verður tað dýrt, tí tað hevði gjørt seg inn á reglarnar um hvílitíð hjá manningini.

Í Vági er pumpuskipan sett upp, men tað, sum nú manglar, er at bøta um atkløguviðurskiftini við oljukeiina við einum styttri mola.

Conrad Gaard Joensen sigur, at Smyril hevur verið í V ági og roynt umstøðurnar og har verður fínasta slag, tá ið atløguviðurskiftini eru bøtt.

Poul Augustinussen, formaður í Havnarnevndini í býráðnum í Vági, sigur, at tey arbeiða við eini loysn.

Og gongst sum ætlað, verður tað í ár, at molin verður gjørdur, so at Smyril kann bunkra olju í Vági.

Men Poul Augustinussen sigur, at í hesum sambandi hugsa tey ikki bara um Smyril, tí tað eru eisini onnur skip, sum brúka tungolju og sum sostatt kunnu bunkra í Vági.

Eitt nú hugsar hann um uppsjóvarskip, sum avreiða í Vági.

Talan er ikki um eina serliga dýra útbygging, men hjá Vágsa Býráði eru fíggjarligu karmarnir sera trongir. Sostatt verður avbjóðingin at finna fígging til endamálið á rakstrinum hjá kommununi, tí hon kann heldur ikki taka lán.

Men Poul Augustinussen er vónríkur um, at tað fer at eydnast.

Myndin er av Smyrli, tá ið hann lá við oljubryggjuna í Vági og royndi umstøðurnar.