Hann sigur frá nógvum vindi í dag, og hetta ringa veðrið ávirkar eisini siglingina millum miðstaðarøkið og Suðuroynna. Strandferðslan hevur vegna veður avlýst siglingina hjá Smyrli seinnapartin í dag.
- Fyri veður eru fráferðirnar hjá Smyrli klokkan 16:00 úr Havn og av Krambatanga klokkan 18:45 avlýstar, skrivar Strandferðslan á heimasíðu síni.
Soleiðis eru koyrilíkindini kring landið í morgun, sambært Landsverk:
- Gjáarskarð - kl. 08:39 Skrið, í hvirlunum upp til 36 m/s
- Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - kl. 08:44 Skrið, í hvirlunum upp til 26 m/s
- Sandoy, á Brekkuni Stóru - kl. 08:44 Stívt andøvsgul, í hvirlunum upp til 30 m/s
- Ørðaskarð, Fámjinsvegurin - kl. 08:48 Hvassur stormur, í hvirlunum upp til 32 m/s
- Porkerishálsur - kl. 08:44 Skrið, í hvirlunum upp til 27 m/s










