Tekniska brekið er nú umvælt og nú siglur hann nakrar túrar í kvøld og í morgin verður siglt eftir vanligu ferðaætlan Nú er Smyril aftur klárur at fara í rutusigling ímillum Suðuroy og Havnina
Hann hevur ligið við tekniskum breki í allan dag, men nú seinnapartin eydnaðist at umvælað brekið, sum gjørdi,at stýriborðsskrúva ikki virkaði, sum hon átti
Sostatt fer Smyril aftur í sigling beinanvegin og fyrsti túrur verður av Krambatanga nú klokkan 18
Síðani fer hann av aftur Havnini til Suðuroyar klokkan 20.15 og hann siglur ein túr afturat úr Suðuroy til Havnar klokkan 22.30 í kvøld.
Í morgin siglur hann so aftur eftir vanligu ferðaætlanini