Smyril siglir ikki meiri í dag

Allir túrar eru avlystir í restina av degnum og tíðliga í morgin

Smyril siglir ikki meiri í dag.

Tað merkir, at ferðin av Krambatanga nú klokkan 15.30 og av Havnini klokkan 18.30 í kvøld, verða ikki sigldir.

 

Fyrr í dag boðaði Strandferðslan frá, at Smyril ikki skuldi sigla seinasta túrin av Krambatanga klokkan 21 í kvøld og av tí sama sigldi hann heldur ikki aftur av Havnini klokkan 7 í morgin árini.

 

Tað merkir, at sum tað sær út fyribils, verður næsti túrur hjá Smyrli ikki fyrrenn klokkan 9.30 av Krambatanga í morgin árini, leygarmorgunin.

 

Smyril hevur mist ein av teimum fýra motorunum og tað ger, at motororkan at manøvrera innanfyri Molan er so mikið avmarkað, at tað eru óráð at royna í so ringum líkindum, sum tað eru nú.

 

Sum veðurtíðindini eru nú, makar hann ikki vindin fyrrenn seinnpartin í morgin.