Smyril í sigling aftur í morgin ári

Hann verður á Krambatanga um miðdagsleiti í dag

Gongst sum ætlað verður Smyril settur í sigling aftur í morgin ári. Tað upplýsir Strandferðslan í morgun

Smyril hevur verið í dokk á skipasmiðju í Danmark, men hann loysti frá landi seinnapartin hósdagin, sum eru tvey samdøgur fyrr enn upprunaliga ætlað.

Hann er nú komin væl norður um Hetland og væntandi verður hann á Krambatanga klokkan 13 í dag.

Síðani skal gerast klárt umborð og ætlanin er so, at hann skal fara undir rutusiglingina aftur í morgin ári, tá ið hann fer av Krambatanga klokkan 8.30, sum hann plagdi, og so verður siglt eftir vanligu ferðaætlanini.

Tað er nakað at gera klárt umborð á Smyrli, áðrenn hann kann setast í sigling, eitt nú skal rættiliga fitt av vøru og ymiskum øðrum, flytast av avloysaraskipinum, Prince, yvir á Smyril.

Heri Norðberg, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni, segði í gjár, at sum tað sá út tá, kann tað henda, at úrvalið í kioskini og í kafeteria verður eitt sindur avmarkað um vikuskifti, til Smyril fær nýggja vøru umborð mánadagin.

Samstundis verður avloysaraskipið, Prince, riggað av, og fer av aftur landinum.

 

Strandferðslan hevði annars leigað hann tað mesta av næstu viku eisini, fyri at hava eitt skotbrá, skuldi Smyril ikki verið liðugur sum ætlað, men nú verður ikki brúk fyri honum teir seinastu dagarnar.