Smyril: - Tað er eingin ivi um, at hetta stásiliga farið fer at savna oynna. Ein av ferðafólkunum henda fyrsta túrin ígjárkvøldið var stjórin í Suðuroyar Sparikassa, Søren Bruhn.
Sum leiðari fyri ein lítlan sparikassa, sum kortini hevur gjørt vart við seg, dugir hann væl at síggja tann týdningin sum hetta nýggja skipið fer at hava fyri suðuroyingar.
- Fara suðuroyingar veruliga at brúka hetta skipið og teir møguleikar tað skapar fyri ymiskum virksemi, so fer tað at hava sera stóran týdning fyri okkara oyggj, sigur hann.
At tað veruliga er so, sær ein longu henda fyrsta túrin, og ikki minst tann dagin, tá Smyril kom til landið á fyrsta sinni.
- At hugsa sær til, at ikki færri enn 4000 fólk vóru við til hesa móttøkuna. Tað er bara so positivt.
- Og so vænti eg, at hetta bara er byrjanin til nakað nógv størri, sigur sparikassastjórin, og sipar her m.a. til samkomuna seinni um kvøldið, har allar kommunurnar í oynni skulu undirskriva eitt skjal um eina felags barnaverndarstovu.
Ein túr aftrat
Eitt sum Søren sjálvur, og restin av oyggjafólki hansara við spenningi síggja fram til er spurningin um túratalið.
Sum er, siglir nýggi Smyril eftir galdandi ferðaætlan hjá gamla Smyrli, við tveimum túrum um dagin.
Men ynskið teirra er at fáa Smyril at sigla tríggjar túrar um dagin. Tað sama heldur eisini sparikassastjórin.
- Tað hevði havt sín stóra týdning um Smyril eisini kundi siglt ein túr um seinnapartin. So hevði ein kunnað sloppið skjótari heimaftur.
- Í dag er støðan tann, at skal eg t.d. á ein fund í Havn sum varir kanska bert í ein tíma, so má eg brúka ein heilan dag í Havn. Hetta fer við nógvari tíð, og er eisini útreiðslukrevjandi, sigur Søren Bruhn.
Skeið
Søren er sera fegin um tey tilboðini, sum eru umborð á skipinum.
Hann nevnir her m.a. fundarhølið, har væl ber til hjá fyritøkum og stovnum at samskipa ein Suðuroyartúrar við ein fund ella eitt skeið umborð.
Hetta góða sambandið fer helst eisini at fáa fólk, sum annars ikki hava torað at leggja leiðina um Suðuroyarfjørð at gera tað.
- Tað er eksotiskt at sigla hesa leiðina. Og tað áttu bara enn fleiri at gjørt, sigur hann.