Smyril mist meiri enn helvtina av ferðafólkunum

Síðani korona-tiltøkini vórðu sett í verk, er talið á ferðafólki skramblað niður

 

Korona hevur havt stóra ávirkan á talið á fólki, sum ferðast við skipunum hjá Strandferðsluni. Tað sæst, nú nýggjastu tølini yvir ferðafólk við Strandferðsluni, eru til taks.

Tað er ein mánaði síðani, at tiltøk vórðu sett í verk um alt landið fyri at forða fyri, at smittuspjaðing og í hesum sambandi varð eisini mælt fólki frá at ferðast uttan tá ið tað er alneyðugt.

Síðani er eisini mark sett fyri, hvussu nógv ferðafólk sleppa við hvørjum skipi hjá Strandferðsluni. Og Strandferðslan boðar frá, at fyribils standa hesi tiltøkini við til 20 apríl, ella eina viku afturat.

Virksemið var mest sum vanligt tær báðar fyrstu vikurnar í mars, áðrenn korona-tiltøkini vórðu sett í verk. Men kortini vísir tað seg, at samanumtikið er ferðafólkatalið við Smyrli minkað meiri enn eina helvt nú í mars í ár afturímóti í mars í fjør.

Í mars í fjør vóru 21.004 ferðafólk við Smyrli, samstundis sum at hann førdi 8.316 bilar um Suðuroyarfjørð.

Men í mars í ár hava bara 9.304 ferðafólk verið við Smyrli og eisini talið á bilum er farið niður í helvt, tú hann hevur ikki ført meiri enn 4.445 bilar.

Tað merkir, at seinnu helvt í mars hevur at kalla eingin ferðsla verið og sagt verður eisini av Smyrli, at tað eru mest sum bara í arbeiðsørindum at fólk ferðast. Tey siga, at tað eru nógvir túrar, at tað bara eru 10-20 ferðafólk við.

Sama støðan er við Teistanum, tí í mars í ár hevur hann ført 9.157 ferðafólk, men í mars í fjør førdi hann 15.764 ferðafólk.

Annars er talið á bilum ikki minkað so nógv við Teistanum, tí í mars í ár flutti hann 3.284 bilar og í mars í fjør flutti hann 3.650 bilar.

Ein orsøk til, at tað eru lutfalsiga nógvir bilar við Teistanum og Smyrli, er, at ein ávísur farmur er framvegis at føra.

Annars vóru 4.136 ferðafólk og 441 bilar við Ternuni ímillum Havina og Nólsoy í mars í ár og í fjør var talan um 7.121 ferðafólk og 489 bilar.  

Við Sam, sum siglur út í Kalsoy, vóru 2.165 fólk og 412 bilar við í mars í ár afturímóti 3.361 ferðafólk og 518 bilar í mars í fjør.

Annars vóru 135 ferðafólk við rutuni út í Hest í mars í ár afturímóti 559 ferðafólk í mars í fjør.

Á Rutuni ímillum Sand og Skúgvoy er ferðafólkatalið minkað úr 118 ferðafólk í mars í fjør, niður í 55 ferðafólk í mars í ár og á rutuni til Svínoyar og Fugloyar vóru 769 ferðafólk í mars í fjør og í ár vóru tey 439 í tali.

Tey, sum ferðast við teimum styttri rutunum, eru fyri ein stóran part fólk, sum ferðast dagliga ímillum til og frá arbeiði.

Annars flutti Strandferðslan 48.696 ferðafólk tilsamans í mars í fjør, men í ár er talið fallið niður í 25.391 ferðafólk.