Smyril Line ætlar at spenna seg út í Skotlandi

Smyril Line ætlar at bjóða upp á umfatandi rutusigling í Skotlandi

Flutningur

Smyril Line ætlar sær at vera við í kappingini um eina umfatandi rutusigling í Skotlandi.
Tað skrivar Shetland News í gjár.
Tìðindastovan skrivar, at Smyril Line hevur gjørt av at vera við í kappingina um eina umfatandi rutusigling í Skotlandi.
Í síðsta mánað varð gjørt at bjóða siglingina í Skotlandi út av nýggjum, sum North Link nú røkir fyri stóra felagið, P &O.
North Link siglur ímillum Hetland, Orknoyggar og Skotland og rutan er bjóðað út av nýggjum, tí hon er ov dýr.
Síðani North-Link fór undir siglingina í 2000, hevur hon givið so stórt hall, at myndugleikarnir havaverið noyddir at sprænt einar 150 milliónir eyka í felagið fyri at røkja siglingina.
Shetland News skrivar, at Smyril Line váttaði týsdagin, at tað ætlaði sær at kanna møguleikarnar fyri at bjóða upp á siglingina.
Men Smyril Line kemur í øllum førum at kappast við P&O um rutuna, tí skotska skipafelagið hevur eisini boðað frá, at tað verður við í siglingini.
Morgan Goodlad, sum er hetlendskur lendarlimur í Smyril Line, og sum umboðar hetlendska partapeningin, sigur, at Smyril Line er í løtuni við at fyrireika eitt ætlanarskriv, har teir vísa áhugafyri siglingini.
Tað er eftir ein nevndarfund um vikuskifti, at Smyril Line tók avgerðina um at bjóða seg fram í Skotlandi.
? Eftir at hava umgugsað støðuna gjølliga, hava vit gjørt at av bjóða uppá rutuna, sigur hann við Shetland News.
Hann sigur, at seinast árið hevur Smyril Line havt tætt samstarv við North-Link um at samskipa ferðafólkaflutningin av bretska meginlandinum við siglingina hjá Norrønu til Hetlands.
Men hann viðgongur, at tað hevur ikki eydnast so væl at fanga áhugan hjá bretsku ferðafólkunum og nú sær Smyril Line ein møguleika at samskipa so, at fleiri bretar fáast at brúka Norrønu.