Fótbóltssamband Føroya og Smyril Line hava skrivað undir fýra ára stuðulsavtalu, sum ger Smyril Line til høvuðsstuðul hjá kvinnulandslinum.
Tað var eitt stórt fet rætta vegin fyri kvinnufótbóltin, tá Smyril Line í 2018 gjørdist høvuðsstuðul hjá A-landsliðnum við kvinnum, og við nýggju avtaluni heldur fyritøkan fram sum stuðulsleikari hjá kvinnunum komandi fýra árini, skrivar Fótbóltssambandið.
– Vit hava verið glað og errin um okkara leiklut í at tryggja kvinnulandsliðnum betri umstøður, og samstundis síggja vit stórar møguleikar fyri framhaldandi menning við øllum tí, sum gongur fyri seg í kvinnufótbóltinum í løtuni. Tí menningini ynskja vit sjálvandi at vera ein partur av, sigur Henny á Líknargøtu, sølu- og marknaðarstjóri hjá Smyril Line við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum.
Avtalan við Smyril Line hevur eisini stóran týdning fyri Fótbóltssambandið, tí tað er við til at skapa tryggar karmar um kvinnulandsliðið.
– Tað henda nógv stór og spennandi ting á okkara kvinnusíðu beint nú. Vit hava júst nú á fyrsta sinni sett ein landsliðsvenjara til kvinnurnar fulla tíð, og vit arbeiða eisini við einari størri heildarætlan fyri kvinnur í fótbólti. Fyri okkum er tað tí gleðiligt, at Smyril Line vil vera partur av hesari framgongdini, sigur Kristin Dam Ziska, varaaðalskrivari í FSF.
A-landsliðið hjá kvinnum savnast á venjingarlegu seinni í februar, eftir hetta eru venjingardystir á skránni í apríl, og í heyst verður farið undir undankappingina til HM 2023.