Fyri løtu síðan varð avdúkað á Vinnudegnum, at Smyril Line er kosið at vera Ársins Virki 2017.
Seinni fer In.fo at venda aftur til grundgevingarnar fyri at veita felagnum henda heiður, og vit vilja á hesum stað ynskja Smyril Line tillukku við heiðrinum, sum tað er at vera kosið Ársins Virki.
Eitt av endamálunum við Vinnudegnum er at velja Ársins Virki og Ársins Átak. Hetta verður gjørt fyri at menna vinnuligan hugburð og at økja virðingina fyri vinnuni hjá myndugleikunum og vanliga borgaranum.
- Endamálið við at velja Ársins Virki er eisini at geva virkjum, ið hava klárað seg væl, eitt herðaklapp, siga tey í Vinnuhúsinum.