Tá kunngerðin um bann av innflutningi av tollfríum tubbaki kemur í gildi tann 1. oktober, verður tað steinur omaná byrðu hjá Smyril Line. Serliga er tað sølan av tubbaki, sum hevur stóran týdning fyri raksturin á Smyril Line, tá henda er umleið átta prosent av inntøkunum av tollfríu søluni. Í reiðum peningi merkir hetta, at Smyril Line kemur at missa umleið seks til sjey milliónir krónur árliga.
- Hetta verður ein dyggur smeitur fyri okkum. Vit hava longu eina tronga fíggjarætlan við høgum oljuprísum og matvørðuprísum, og hetta kemur sum steinur oman á byrðu hjá Smyril Line, sigur Jákup Sverri Kass, sum er sølu- og marknaðarstjóri hjá Smyril Line.
Fáa einki ístaðin
Avgerðin hjá landsstýrinum at seta kunngerðina um bann av innflutningi av tollfríum tubbaki kann fáa álvarsamar fylgjur fyri vinnuna. Trupulleikin er at bæði Smyril Line og Atlantic Airways missa milliónaupphæddir árliga, og at tey fáa einki í staðin.
- Karsten Hansen segði tá hann legði uppskotið fram upprunaliga, at vinnan mátti laga seg til umstøðurnar, og ístaðin mátti hon bara finna uppá onkran annan hátt at vinna pening, men tað er ikki bara sum at siga tað at finna uppá okkurt annað at gera ístaðin. Henda møguleikan høvdu vit langtsíðan troytt, um ein slíkur bara lá og bíðaði eftir at vit tóku hann, vísir Jákup Sverri Kass á.
Vinnan fær einki at seta ístaðin fyri hesar inntøkurnar, og samstundis hevur hon sera trupult við at fáa endarnar at røkka saman, nú oljuprísirnir eru vornir somikið nógv dýrari.
- Taka vit eitt nú ES, har líknandi broytingar eru framdar, so hava tey fingið nakað ístaðin. Har hava fólk tildømis loyvi til at flyta so nógv inn av tollaðum sigarettum, sum tey hava hug til, men her er støðan enn tann sama, at tú hevur bert loyvi at hava tvey kartengur við í land. Vit hava einki fingið at seta ístaðin, greiðir Jákup Sverri Kass frá.
Vilja hava longri freist
Stórsti trupulleikin við at kunngerðin kemur í gildi nú, er at freistin hjá vinnuni at tillaga seg er ov stutt. Um vit taka eitt nú ES, so fekk vinnan har umleið 5 til 6 ár at tillaga seg í. Hetta merkti, at tey fingi góða tíð til at leggja nýggjar strategiir og finna ella skapa nýggjar inntøkukeldur, áðrenn kunngerðin kom í gildi.
- Eftir upprunaliga uppskotinum hjá Karsten Hansen, fekk vinnan 14 dagar at tillaga seg í. Hetta fingu vit tíbetur broytt til 3 mánaðir, men hetta er heldur ikki nóg góð tíð. Vit vildu ynkst, at vit fingu eini 3 til 5 ár til at tillaga okkum kunngerðini, soleiðs at vit eisini fingu tíð til at skapa nýggjar inntøkukeldur og tillaga virksemið annars, vísir Jákup Sverri Kass á.
- Hjá okkum er ikki so nógv at gera við hetta, men vit mugu bara vóna at Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna í vinnumálum, klárar at skera ígjøgnum og fáa Karsten Hansen at umhugsa støðuna enn einaferð, sigur Jákup Sverri Kass at enda.