Eirikur Lindenskov
Smyril Line hevur aftur leigað farmaskip at flyta farmin, nú Norröna fer undir summarsiglingina, ið byrjar 13. mai.
Talan er um annað av tveimum systurskipum, MF Bolero og MF Tango. Skipini eru 140 metrar til longdar, 21 metur breið og sigla 17 míl. Lastiorkan er 86 trailarar.
Skipini eru bygd í 1985 og klassað í Gemanischer Lloyd og sigla undir rumenskum flaggi.
Seinast skipini hava siglt í Norðsjónum, hevur tað verið fyri áv´ikavist Mærsk og Tor Line










