Smyril Line 12 milliónir í yvirskoti

Tað gongur væl hjá Smyril Line. Í øllum førum, um hugt verður eftir tveimum teimum seinastu roknskapum felagsins. Ársúrslitið fyri 2012 11,8 milliónir krónur, meðan úrslitið fyri 2011 var upp á 9,3 milliónir krónur. Hyggja vit longur aftur, so síggja vit eitt hall upp á slakar 16 milliónir krónur fyri 2010, eitt tilsvarandi yvirskot í 2009 og eitt risa hall upp á 208 milliónir krónur í 2008, tá felagið varð umskipað á nýggjum fíggjarligum grundarlag.

Í síðstu viku hevði Smyril Line aðalfund, har roknskapurin varð lagdur fram og góðkendur. Og úrslitið upp á 11,832 milliónir krónur fegnast leiðslan um.

– Árið 2012 gjørdist eitt ár við framgongd fyri Smyril Line, men fyrst og fremst gjørdist 2012 eitt ár, har felagið hevur konsoliderað rakstur og fíggjarstøðuna annars, sigur felagið í ársfrágreiðingni.

– 11,8 milliónir krónur eru umleið 2,6 milliónir krónur betur enn í 2011. Nevnd og stjórn eru nøgd við úrslitið, sæð í mun til at oljuútreiðslurnar í 2012 hækkaðu fimm milliónir krónur í mun til 2011. Høvuðsorsøkin til bøtta úrslitið er støðugur vøkstur í sølu felagsins, umframt at man framhaldandi hevur hildið fast um sparingar, ið hava viðført munandi bíligari rakstur í mín til árini áðrenn 2011, sigur felagið í leiðslufrágreiðingini.

– Tað eru nøkur viðurskifti, sum vit hava ávirkan á. Men tað eru eisini viðurskifti, vit als ikki hava ávirkan á, og har er tað fyrst og fremst oljan, vísir Rúni V. Poulsen, stjóri, á.

– Vit gera alt vit kunnu til tess at minka um oljunýtsluna. Vit gjørdu eina ætlan í fjør um at spara fimm prosent við optimeringum, serliga við at brúka minni orku. Tá árið var av, vísti tað seg, at vit hava spart átta prosnet, sigur Rúni V. Poulsen.

Í leiðslufrágreiðingini staðfestir nevndin í Smyril Line, at úrslitið fyri 2012 er betur enn fyri 2011:

– Mett verður, at útlitini fyri 2013 eru góð, og metir nevndin, at við teirri ætlan, ið varð løgd í 2010, hevur felagið góðar møguleikar at betra enn meira um rakstur felagsins og soleiðis gera, at byrðurin verður blíðari frameftir, sigur felagið.

Um framtíðarmøguleikarnar sigur leiðslan, at hóast nógvu avbjóðingarnar vænta tey, at felagið hevur góðar framtíðarmøguleikar. Høvuðsorsøkirnar eru, at fíggjarliga støða felagsins er komin í trygga legu, og at felagið tí hevur fíggjarliga styrki til at hyggja frameftir.

Nevndin væntar, at felagið aftur hevur yvirskot í 2013, men hevur tó fyrivarni fyri hækkandi oljuprísum.

Størstu partaeigararnir eru eftir stødd:

P/F 12.11.11 (eitt felag hjá Osmund Justinussen & Co)

Framtaksgrunnnur Føroyar

Føroyar Landsstýri

P/F TF Holding