Tá ið Smyril skuldi av Havnini til Suðuroyar nú á miðdegi klokkan eitt, vildi motoranir ikki starta.
Tískil liggur Smyril enn við Bryggju í Havn, og enn er púra óvist, nær han loysir aftur.
Jóan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni sigur, at enn hava tey ikki fingið greiði á, hvat brekið er, og tískil ber heldur ikki til at siga nakað sum helst um, hvussu leingi hann liggur.
Í løtuni verður roynt at finna útav, hvat brekið er, men tað er í øllum førum greitt, at ferðaætlanin verður ávirkað. Smyril skuldi nevniliga fara av Krambatanga í Suðuroy, til Havnar um ein góðan tíma, klokkan 15.30, men tað verður so av ongum, tí tann túrurin verður undir øllum umstøðum seinkaður, ella verður hann avlýstur heilt.










