Smyril kemur aftur til tíðina

Landsstýrismaðurin vil hava fíggjarnevndina at játta tvær milliónir afturat til ábøtur á Smyrli

Tað er alt, sum bendir á, at Smyril verður ikki vekk úr suðuroyarsiglingini longri enn upprunaliga mett.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum.

Smyril er farin til Landskrona í Svøríki til eftirlit, samstundis sum at ymsar ábøtur skulu gerast.

Talan er í mesta mun um ábøtur, sum eru umfataðar av trygdini hjá Skipasmiðjuni.

Upprunaliga varð mett, at tað fer at taka Skipasmiðjuni tríggjar vikur at gera eftirlitið og neyðugu ábøturnar.

Eitt, sum arbeiðið umfatar, er at gera stabilisatorararnar endaliga, eftir at teir vórðu fyribils umvældir fyrr í ár.

Og nú Smyril varð tikin upp í dokkina um vikuskiftið og alt er gjøgnumgingið, hevur skipasmiðjan boðað frá, at alt bendir á, at hon fer at megna at halda tíðina. 

Sostatt bendir alt á, at hann kemur aftur í sigling fyrst í novembur, sum ætlað.

Men kortini varð mett, at nú Smyril er í dokk, er tað rætt eisini at gera fendarar framvið síðuni, sum hava fingið buglur ymsastaðni.

Jacob Vestergaard sigur, at hetta er eitt arbeiðið, sum er mett at kosta tvær milliónir og nú hevur hann biðið fíggjarnevndina játta peningin, so at arbeiðið kann gerast.

Men sum fráboðanin frá Skipasmiðjuni er nú, bendir alt á, at Smyril verður aftur í sigling fyrst í novembur, sum ætlað.