Smyril í dokk hálvan januar

Samráðingar eru um at fáa Norrønu at sigla ímillum Suðuroy og Havnina

Tað liggur nú toluliga greitt, at tað verður ikki fyrren hálvan januar, at Smyril fer í dokk at skifta motor.

 

Tað var tíðliga í august, at tann eini motorurin fór í knús, so at Smyril nú siglur við trimum motorum.

 

Avgerð er tikin um at skifta motorin, heldur enn at gera hann aftur og í hesum sambandi hevur Strandferðslan arbeitt við at útvega motor. Í hesum sambandi er nýggjur motorur bílagdur, men tað tekur nakrar vikur at fáa hann.

 

Samstundis skal hóskandi avloysaraskip útvegast pláss bíleggjast á skipasmiðju.  Og ikki minst skal alt fáast til at sampakka.

 

Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni sigur, at Smyril fer í dokk um hálvan januar at skifta motorin. Arbeiðið verður gjørt í Føroyum.

 

Enn er ikki heilt greitt, hvat avloysaraskipið verður, men rakstrarleiðarin sigur, at samráðingar eru við Smyril Line um at fáa Norrønu at røkja suðuroyarsiglinginga ímeðan Smyril er í dokk.

 

Hann sigur eisini at alt talar fyri, at Strandferðslan og Smyril Line fara at semjast um at leiga Norrønu, men enn eru samráðingarnar ikki heilt lidnar.

 

Hann væntar, at Norrøna fer at røkja suðuroyarsiglingina í tríggjar vikur.

 

Nú Smyril hevur ikki hevur fulla motororku, og vetur er í hondum, er væntandi, at tað kann føra seinkingar við sær.

 

Tí umhugsar Strandferðslan at broyta ferðaætlanina hjá Smyrli í vetur og at hava longri ímillum túrarnar fyri at leggja upp fyri seinkingum, sum vánaligt veður kann elva til.

 

Men Rakstrarleiðarin sigur, at enn er avgerð ikki tikin um tað.