Smyril hevur ikki sett ferðina niður fyri at spara

Strandferðslan avsannar upplýsingar frá løgtingsformannnum um, at Smyril hevur sett ferðina niður fyri at spara olju Strandfarskipið, Smyril, hevur sett ferðina niður fyri at spara olju.

Hetta staðfesti Hergeir Nielsen, løgtingsformaður og sjálvandi eisini løgtingsmaður, á tingsins røðarapalli fríggjadagin.

Sum ikki einaferð, vóru løgtingslimir endaðir í einum drúgvum orðaskifti um Strandferðsluna, túratal, skip og ferðaætlanir.

Undir tí orðaskiftinum førdi Hergeir Nielsen fram, at nú hann var komin úr Suðuroy til Havnar, hevði túrurin vart tveir tímar og eitt korter.

Tað tók hann sum prógv fyri, at Smyril hevur sett ferðina niður fyri at spara olju.

Men hetta avsannar Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni púra avgjørdur.

- Týsdagin varð ein motorur steðgaður, tí eitt filtur til brennievni skuldi skiftast. Av tí sama hevur Smyril siglt við trimum motorum í týsdagin og mikudagin og tað ávirkaði sjálvandi ferðina.

Men hósdagin varð motorurin startaður aftur og tá sigldi Smyril aftur við vanligari ferð.