Nýggi Smyril
Nýggi Smyril hevur nú verið í sigling í eina viku.
Og Regin Vágadal, rakstrarleiðari á Strandferðsluni, ásannar, at ymsir byrjunartrupulleikar hava verið.
Men sum heild heldur hann, at tað hevur gingið væl.
Tær barnasjúkur, sum hava verið, eru ikki annað enn væntandi er við einum so stórum og framkomnum skipi, sum Smyril
Hvørt einasta skip er eitt frumsmíð. Tað er Smyril eisini og tí er ikki annað væntandi enn at ymsir trupulleikar stinga seg upp.
Men hann leggur eisini afturat, at trupulleikarnir eru ikki av tí álvarsliga slagnum.
Talan er um ymsar smærri trupulleikar, men sumt av tí er bilbukt fingið við og annað verður arbeitt við, men so hvørt sum dagarnir ganga, fara hesir trupulleikar at fækkast, sigur rakstrarleiðarin á Strandferðsluni.
Styttri túrar
Áðrenn nýggi Smyril varð settur í sigling, varð upplýst, at hann skuldi hava 1tíma og 37 minuttir um hvønn túr ímillum Havnina og Suðuroynna.
Men tey flestu hava ásannað, at túrurin hevur vart longri enn tað. Ein vanligur túrur hevur verið tveir tímar frá bryggju til bryggju og kanska nakrar minuttir longri tað. Sostatt hevur ikki tann stóri munurin verið á siglingartíðini hjá nýggja Smyrli afturímóti tí gamla.
Men hetta er ikki tí at Smyril hevur sett ferðina niður. Tað er heldur ikki fyri at sleppa undan at laga ferðaætlanina hjá bussunum til.
Regin Vágadal sigur, at nýggi Smyril hevur væl skjótari um hvønn túrin enn gamli Smyril hevði. Kortini tekur tað nakað longri at leggja at.
Men tað er ein spurningur um venjing. So hvørt, sum manningin venur seg við skipið, fer tað at ganga betri og betri at leggja at, so tað fer at stytta nokk so fitt um túrin, leggur hann afturat.
Vit hava bara ikki viljað broytt ferðaætlanina hjá bussunum, fyrrenn ein tíð er fráliðin so at vit síggja akkurát, hvussu drúgvur ein túrur verður, leggur hann afturat.
Bilar sluppu ikki við
Tað skerst heldur ikki burtur, at ferðafólk hava verið stak væl nøgd við Smyril, bæði við sjódygdina og við umstøðurnar umborð.
Men longu fríggjadagin hendi so tað, at nakrir bilar stóru eftir á ferjuleguni í Havn, tí teir sluppu ikki við suður.
Men tað var ikki tí at Smyril var fullur.
Orsøkin var, at bilarnir komu ov seint oman á ferjuleguna. Manningin metti støðuna út frá tí bilatali, sum var á ferjuleguni, tá ið teir fóru at koyra umborð. Útfrá tí varð ikki mett, at tað var neyðugt at koyra aðra hyllina niður, har pláss er fyri 20 bilum ella gott tað.
Men bilar blivu við at koma og so endaði tað við, at einir 10-15 bilar sluppu ikki við, hóast hyllir stóð tóm.
Regin Vágadal sigur, at manningin helt ikki at tað var rætt at rudda bilar frá hylluni aftur, so at hon fekst niður fyri at fáa allar bilarnar við, tí tað hevði seinkað fráferðini úr Havn munandi.
Men sostatt kann stafestast, at tað manglaði rættiliga lítið í, so var Smyril ov lítil longu tað fyrsta vikuskiftið, hann var í sigiling.
Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsluni heldur kortini ikki at tey fara at krevja, at allir bilar skulu vera á ferjulegui ein hálvan tíma áðrenn fráferð.
Tað vildi verið at tikið ov nógva tíð frá ferðafólki.
Hann væntar kortini, at hetta er ein trupulleiki, sum fer at laga seg.
At so nógvir bilar vóru við, kann vera tí at skipið er nýtt og at ferðafólk hava vilja roynt tað. Tað verður ikki fyrrenn ein tíð er fráliðin, at vit fáa eina veruliga mynd av ferðafólkastreyminum. Tá veit manningin eisini, hvat kann væntast av bilum og ferðafólki teir ymsu túrarnar og sostatt fáa teir eisina eina meting av, nær hyllarnar skulu niður. Tá slepst vónandi undan at bilar stóðu eftir, hóast ein hyll stóð tóm. Men tað tekur tíð at finna útav, leggur hann afturat.
Ongin sandur
Og nú vit eru á biladekkinum, hava fólk lagt til merkis, at ongin sandur er á tí og at tað tí kann tykjast nakað hált.
Leysasøgur hava gingið um, at teir rætt og slætt hava gloymt at koyrt sand á.
Men tað avsannar Regin Vágadal.
Vit gloymdu ikki at koyra sand á, men eisini tað kostar pening. Tað er ongin sandur á biladekkinum á Norrønu og har eru ongir trupulleikar av, at bilar ella farmur rósar á biladekkinum. Út frá tí mettu vit heldur ikki, at tað var neyðugt við sandi á biladekkinmu á Smyrli, sigur Regin Vágadal.