Smyril ger rundferð á Hvítusunnu

Rundferðin við Smyrli er nú aftur á skránni. Hvítusunnudag 31. mai verður enn ein rundferð kring Føroyar við Smyrli Hesin túrur hevur verið royndur í nøkur ár, og áhugin hevur verið stórur.

Eftirmetingar av seinasta túrinum hava verið góðar, og tí fara Strandfaraskip Landsins at royna hetta tiltak aftur í ár.

Í ár verður skipa fyri ymiskum undirhaldi fyri vaksnum og børnum. Eisini verður frásøgumaður við á ferðini.

Kostnaður, tíðarætlan og dagsskrá verða kunngjørd á heimasíðuni hjá Strandfaraskip Landsins og í miðlunum.

Umframt rundferðina á Hvítusunnu, arbeiðir Strandfaraskip Landsins eisini við øðrum tílíkum tiltøkum, eitt nú ætla teir møguliga at royna sunnudagstúrar runt Suðuroynna.