Smyril ger fleiri broytingar í ferðaætlanini

Ferðaætlanin hjá Smyrli verður tillagað í mun til støðugt økta farma-og ferðafólkaflutningin

Strandferðslan ger nakrar tillagingar í ferðaætlanini hjá Smyrli, sum siglur millum Krambatanga og Havn. Talan er ikki um tær stóru broytingarnar, men í fleiri førum snýr tað seg um broytingar á 15 ella 30 minuttir.

 

T.d. verða túrarnir klokkan 15:30 og 18:30 týsdagar broyttir til klokkan 16 og 19. 

 

- Ferðaætlanin hjá Smyrli verður tillagað í mun til støðugt økta farma-og ferðafólkaflutningin, og ferðaætlanin hjá Bygdaleiðum verður broytt samsvarandi, skrivar Strandferðslan í kvøld.

 

Økti farmaflutingurin økir støðugt trýstið á trygdina, sambært Strandferðsluni, og tí er neyðugt at gera hesar tillagingar. Verandi farmaflutningsreglur verða gjørdar meira ítøkiligar á Krambatanga komandi tíðina, og til túrin kl. 17:30 hósdag hevur farmur framíhjárætt.

 

Nýggja ferðaætlanin sæst her, og har stendur, at hendan ferðaætlanin er galdandi frá 14. januar.