Sum kunnugt fer Smyril at sigla av Havnini inn á Runavíkina í sambandi við landsdystin á Svangaskarði móti skotum. Ferðaseðlar verða seldir á Farstøðini og á Kunningartstovuni á Vaglinum.
Og í báðum støðum verður latið væl at søluni. Á miðdegi hevði Kunningarstovan so at siga ongar ferðaseðlar eftir, meðan tey á Farstøðini høvdu góðar eitthundrað eftir.
Á báðum støðum vænta tey tískil, at útselt verður, áðrenn Smyril fer av Havnini klokkan 15.45. Við í ferðaseðlaprísinum er eisini bussur av kaini í Runavík niðan á stadionøkið á Svangaskarði – og oman aftur eftir dystin.
Tað er fyri tað allarmesta skotar, ið keypa ferðaseðlarnar, verður upplýst.