Smyril fer at rulla í eina tíð afturat

Enn er óvist, nær Smyril fær stabilisatorararnar aftur

Enn ber ikki til at siga, nær stabilisatorarnir á Smyrli fara at virka aftur.
Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at ein serfrøðingurin frá verksmiðjuni, sum ger stabilisatorarnar, er á veg til Føroyar at kanna brekið.
Hann kemur vónandi hesa vikuna og tá ið hann hevur kannað brekið, ber til at staðfesta um tað kann umvælast, ímeðan Smyril er í sjónum, ella um tað er neyðugt at fáa hann í dokk til umvælingar.
Verður neyðugt at fáa Smyril dokk, verður kannað eftir, um tað ber til at fáa hann í dokk beinanvegin.
Men stjórin í Strandferðsluni sigur, at verður neyðugt at fáa hann í dokk, er talan um eina nýggja støðu, tí so væntar hann, at miðjað verður eftir at gera alt eftirlitið, sum skal gerast, fyri at sleppa undan at senda hann í dokk aftur í september, sum ætlanin annars hevur verið.
Niels Juel Arge sigur, at tað er í bæði borð, at stabilisatorarnir eru farnir.
Talan er um ein flansi, sum heldur einum pakningsringi niðri,  sum er farin.
Sostatt lekur olja út ímillum og fyri at bøta um heilan fingur, varð avgjørt at taka stabilisatorarnir inn til serkønur frá verksmiðjuni hevur kannað brekið.