Smyril farin suður aftur

Smyril, sum fór av Krambatanga klokkan gott 15.30 í dag, hevur eftir steðg uttan fyri molan í Havn, vent suður aftur.

Smyril, sum fór av Krambatanga klokkan gott 15.30 í dag, hevur eftir steðg uttan fyri molan í Havn, vent suður aftur.

 

Hann lá uttan fyri molan í Havn í hálvan annan tíma, áðrenn skiparin gjørdi av, at tað fór ikki at bera til at leggja at í Havn í kvøld.

 

Smyril er tí á veg suður aftur á Krambatanga, har hann liggur í nátt.

 

- Siglt verður so aftur í morgin árini klokkan 07.00. Men av tí at veðurlíkindini siga frá nógvum vindi í morgin árini um 9-9.30 tíðina er gjørt av, at Smyril siglir ikki av Havnini klokkan 13.00 og av Krambatanga klokkan 15.30, sigur Jens Petur Brattalíð frá Strandferðsluni.