Smyril fær trý pláss í Havn

Møguleikarnir hjá nýggja Smyrli at sleppa til bryggju í Havn skulu betrast munandi. Ein alternativ atløga skal nú gerast undir Havnaskrivstovuni, men verður ikki klár, tá skipið kemur til landið um ikki so langa tíð.

Enn veit eingin við vissu, nær nýggi Smyril kemur til landið. Men á landi skal í øllum førum alt gerast klárt til móttøku av hesum stásiliga fari.
Á Drelnesi er nýggja samferðsluhavnin liðug og tikin í nýtslu. Nú eigur høvuðsstaðurin tørn, og tað var júst eitt mál í hesum sambandi, sum varð avgreitt á býráðsfundi í Havn hóskvøldið.
Samtykt varð nevniliga at gera ábøtur á havnalagið, soleiðis at hetta nýggja skipið somuleiðis kann fáa bestu umstøður at leggja at undir Havnaskrivstovuni í Havn.
Hetta arbeiðið er mett at kosta 5,2 mió. kr., men verður kortini neyvan liðugt, tá Smyril kemur til landið.
Við hesum "nýggja" atløguplássinum fer nýggja strandfaraskipið í veruleikanum at hava trý atløgustøð við eystaru bryggju í Havn.

Mánamorgun er ringast
Í løtuni hevur Smyril fleiri møguleikar fyri atløgum í høvuðsstaðnum: Við Farstøðina og á Molanum, og nú skal somuleiðis betrast munandi um hesar umstøður undir Havnaskrivstovuni.
Tað hevur tó víst seg, at skipaferðslan og tað virksemið ið hartil hoyrir, er rættiliga stórt á havnalagnum ávísar dagar í viku, og tí hevur Smyril havt skiftandi atløgupláss.
Ringast í so máta er kortini mánamorgun, tá Norrøna kemur úr Danmark, samstundis sum annaðhvørt Blikur ella Lómur hjá Skipafelagnum avskipa farm inni undir Havnaskrivstovuni. Tá hevur ikki verið annað pláss til Smyril enn at leggja seg á Molanum. Soleiðis kemur helst eisini at verða í framtíðini.
Hetta hevur ikki altíð verið so heppið, tí skulu trailarar í land, er í fyrsta lagi trupult at manerera umborð, og tá komið er í land, er heldur ikki altíð so einfalt at snara inneftir, tí brimgarðurin er fyri.
Havnameistarin, Jónsvein Lamhauge sigur við Sosialin, at við nýggja Smyrli verða møguleikarnir at koma í land munandi betraðir. Skipið kann í høvuðsheitum liggja, hvar tað skal vera, tí tað er væl útgjørt við stórum síðuportrum og hevur tí ikki tørv á eini rampu sum so.
- Men hetta við trimum atløguplásum slepast ikki undan, soleiðis sum støðan er í dag, sigur hann.

Tryggja havbotnin
Smyril er ikki komin enn, men tað er kortini greitt, at tá tan n nýggi kemur kann hann ikki leggja at á plássinum undir Farstøðini við allar komur og fráferðir.
Tí er neyðugt, at hann verður lagdur annaðhvørt uttast á Molanum ella í krókinum undir Havnaskrivstovuni. Tað er í hesum sambandi, at neyðugt er at gera nakrar ábøtur á havnalagið.
Í stuttum umfata hesar ábøtur at ein setur upp fendarastubbar á Molanum og undir Havnaskrivstovuni, og at ein dýpir og tryggjar havbotnin á hesum støðum. Neyðugt verður somuleiðis at gera ábøtur á dekkið á rampuni undir havnaskrivstovuni.
Sagt verður, at ístaðin fyri at gera smærri ábøtur á dekkið á rampuni, ber eisini til at breiðka rampuna munandi. Hetta fer so aftur at føra við sær, at lættari verður hjá bilum at koyra í land, eins og ein kann brúka báðar rampurnar á Smyrli.
-Hinvegin so er vansin tann, at atløgubryggjan verður munandi styttri, verður sagt.

Betongdýna
Málið hevur verið til umrøðu í fleiri av nevndunum í býráðnum, og verður mælt til at gera hesar ábøtur inni í krókinum við Havnaskrivstovuna.
Bryggjan er her gjørd av betongpelum, og tí eru møguleikarnir fyri at dýpa botnin ikki teir bestu. Her verður skotið upp at taka ein part av grótfylluni burtur, og ístaðin leggja eina sonevnda betongdýnu. Henda skal forða fyri undirmating av bryggjuni.
Ein slík betongsdýna er ikki áður roynd í Føroyum, men er kend í Noregi, har tey hava sera góðar royndir við henni.
Í samband við viðgerðina er havnameistarin komin við tilmæli um at arbeiðið skuldi bjóðast út í innbodnari lisitatión millum trý feløg, Byggitek, Articon og J&K Petersen.
Eftir at lisitatiónin var liðug mælti havnameistarin til at taka av lægsta tilboðnum, sum var frá Articon og sum ljóðaði uppá slakar 3,2 mió. kr. Ætlanin er somuleiðis at leggja sonevndar gabiónir á botnin, sum verða fyltar við betong.
Samlaði kostnaðurin fyri alt prosjektið verður tí 5,2 mió. kr., og hava bæði havnanevndin, fíggjarnevndin og at enda býráðið samtykt at taka undir við hesum uppskotinum.