Siglingin hjá Smyrli hevur verið illa darvað seinastu tíðina, bæði av veðri og av ymsum tekniskum trupulleikum. Og aftur í dag og í morgin er ólag á siglingini.
Strandferðslan sigur, at bógskrúvan er farin og krevur umvælingar og tískil siglur Smyril ikki túrarnar mitt á deg í morgin, og tað ávirkar eisini ferðaætlanina í dag. Tað merkir, at túrarnir úr Havn klokkan 8.30 og klokkan 16, verða ikki sigldir og sostatt heldur ikki túrarnir av Krambatanga klokkan 11 og klokkan 18.30.
Men hetta ávirkar eisini ferðina úr Havn í kvøld, og sostatt verður túrurin, sum skuldi vera úr Havn klokan 18.30 í kvøld, fluttur til klokkan 21.15.