Smyril broytir ferðaætlan hósdagin

Bygdaleiðir í Suðuroy koyra í samband við broytingarnar hjá Smyrlil hósdagin, 23. apríl.

Í samband við, at strandfaraskipið Smyril fer at bunkra hósdagin, 23. apríl, verður ferðaætlanin hjá skipinum broytt henda dagin.

 

Strandfaraskip Landsins siga, at fráferðin av Havnini klokkan 09.30 verður suður á Vág.

 

- Fráferðin, sum sambært ferðaætlanini er klokkan 15.30, verður flutt til klokkan 16.30 frá djúphavnini í Vági.

 

At enda Smyril siglir av aftur Havnini og suður á Krambatanga klokkan 19.30.

 

Strandfaraskip Landsins leggja aftrat, at Bygdaleiðir í Suðuroy koyra í samband við broytingarnar hósdagin, 23. apríl.