Hann hevur sagt frá nógvum vindi í morgin, upp í 30 metrar í hvirlunum vestaneftir. Tað fekk Strandferðsluna longu fyrr í dag at ávara um at vit kunnu vænta, at tað verður ólag á ferðasambandinum í morgin, bæði hjá skipunum og hjá Bygdaleiðum.
Og í kvøld ger Strandferðslan so álvara av og boðar frá, at fyri veður siglur Smyril ikki teir fyrstu túrarnar í morgin, Sosatt verða túrarnir av Krambatanga klokkan 8.30 í morgin ári, og av Havnini aftur klokkan 11, ikki sigldir.
Men so vænta tey, at Smyril siglur aftur um kvøldið - men tað verður ikki eftir ferðaætlanini, tí hann siglur av Krambatanga klokkan 18.30 og tað er ein tími seinni enn eftir ferðaætlanini og ferðin av Havnini suður aftur verður so klokkan 21 og tað er eisini ein tíma seinni enn vanligt.
Men Strandferðslan tekur kortini fyrivarni fyri, at teir túrarnir kunnu eisini verða broyttir, ella avlýstir.