Smyril avlýsir túrar í morgin vegna veður

Illveðrið í morgin er so mikið ógvusligt, at Smyril avlýsir longu nú nakrar túrar.

Veðurforsøgnirnar siga, at tað verður sera ringt veður í morgin. Tað merkir, at Strandferðslan avlýsir túrar í morgin tíðliga. Talan eru um túrarnir av Krambatanga klokkan 8.30 og úr Tórshavn klokkan 11.00. Strandferðslan skrivar eisini í kvøld, at vegna vánaligar veðurforsøgnir kann væntast, at farleiðin til Nólsoyar verður ávirkað fyrrapartin í morgin.  

 

 

 

Í nátt øtlar hann sum frá líðir vindin, upp í storm av suðri, 15 til 22 m/s, í hvirlunum upp í hvassan storm, um 27 m/s. Skýggjað og út á náttina regn. Í morgin verður hvassur vindur upp í storm av suðri, 15 til 22 m/s, í hvirlunum upp í hvassan storm, 27 m/s. Sum frá líður makar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s. Fyrst skýggjað og regn, seinni samdrigið og ælaveður. Hitin millum 4 og 7 stig, um náttina millum frostmarkið og 4 hitastig.

 

 

 

 

 

 

Longu nú er hampiliga fitt av vindi í støðum kring landið. Í Hvalba er upp í 27 m/s, sambært Landsverki. Á Fámjinsvegnum eru upp í 29 m/s, og á Oyggjarvegnum við Norðadalsskarð er upp í 26 m/s.