Smyril avlýsir og siglir bara ein túr í dag

Avlýsingin í dag ger, at Smyril ikki fær siglt fyrsta túrin í morgin

Tað er óslætt í sjónum í dag, og hetta ávirkar í stóran mun sjóvegis ferðsluna. Eingin sigling er til Skúvoyar, og Ternan siglur ikki. Nú upplýsir Strandferðslan, at fráferðin hjá Smyrli úr Havn klokkan 13 er útsett til klokkan 17 - og eftir hetta verður ikki siglt meira í dag. 

 

Smyril eigur eftir ferðaætlanini at sigla klokkan 16, 18:30 og 21 í dag - sostatt eru hesir túrarnir avlýstir.

 

Hetta hevur við sær, at Smyril ikki fær siglt fyrsta túrin í morgin, tá hann av røttum skal fara av Havnini klokkan 07:00. Tí verður hendan fráferðin avlýst, og fyrsti túrur hjá Smyrli verður klokkan 9:30 av Krambatanga, og tá siglur hann sum vanligt aftur.