Smyril avlýsir aftur í morgin

Hesa ferð avlýsir hann fyri veður

Siglingin hhá Smyrli hevur verið rættiliga illa darvað nú í fleiri vikur. Fyrst var tað tí at arbeitt var umborð, og tað kundi ikki gerast undir sigling. Síðani varð siglingin darvað, tí av breki í einum motori.

Og í morgin er aftur ein túrur ímillum Havnina og Suðuroynna avlýstur, men Strandferðslan sigur, at tað er fyri veður. Hann sigur frá nógvum vindi í morgin av landsynningi við hørðum hvirlum og tað fær nú Strandferðsluna av avlýsa túrin úr Havn klokkan 8.30 í morgin og av Krambatanga klokkan 11 í morgin.

Seinnapartin minkar hann vindin av suðuri og tá tekur Smyril siglingina upp aftur. Sostatt fer hann úr Havnini klokkan 16 í morgin.