Smyril aftur í sigling í kvøld

Hendir onki heilt óvæntað, verður Smyril klárur at seta aftur í suðuroyarsiglingina í kvøld

Suðuroyarsiglingin

Gongst sum ætlað, verður Smyril hann settur aftur í sigling í kvøld, tá ið hann fer at sigla eftir vanligu ferðaætlanini.
?Hendir onki heilt óvæntað, fer Smyril aftur í sigling kvøld og fyrsta ferðin verður av Havnini klokkan 20, sigur Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni.
Annars var ætlanin at hann skuldi fara aftur í sigling í gjár , fríggjadagin, men tað varð av ongum.
Stjórin á strandferðsluni sigur, at ætlanin er ikki at seta hann aftur í sigling aftur, fyrrenn motorarnir og tann tekniska útgerðin umborð er roynd væl og virðiliga fyri at tryggjað, at brek ikki taka seg uppaftur.
?Vit hava ringar royndir at at skunda okkum í so máta fyri at vinna nakrar tímar, sigur hann.
Hann sigur, at tað vísir seg rættiliga ofta, tá ið motorar og tann tekniska útgerðin hava staðið still, at brek av ymsum slagi taka seg upp, tá ið alt fer ígongd aftur og tað førir bara til trupulleikar aftur seinni.
? Tað mistakið ætla vit ikki at gera aftur hesuferð. Tí fara vit hesuferð at seta vit motorarnar og alt annað ígongd fyri at kanna um alt virkar sum tað skal. Og so ætla vit at geva okkum ta tíð sum krevst fyri at rætta tey brek sum møguliga stinga seg upp, so at alt virkar til lítar, tá ið hann verður settur í sigling aftur.
Og hann leggur afturat, at øll orka verður løgd í at hetta skal eydnast, so at Smyril sleppur aftur í sigling í kvøld og hendir onki heilt óvæntað, fer tað eisini at halda.

Stórar ábøtur
Nú Smyril fer at taka siglingina uppaftur, verður tað eitt heilt annað skip, tí nógvar og stórar ábøtur eru gjørdar.
Umframt tað, sum trygdareftirlitið kravdi, er nógv gjørt umborð fyri at gera hann hugaligari hjá ferðafólki. Eitt nú eru nýggj flúgvarasetur sett í og harumframt eru øll teppi skift út og benkur og stólar eru klødd av nýggjum o.s.fr.
Og so mugu suðuroyingar venja seg við, at Smyril hevur fingið nýggjan lit, tí nú er hann eisini málaður og hevur fingið tann nýggja, bláa litin hjá Strandferðsluni.
Sostatt eru øll skipini hjá Strandferðsluni nú blá.