Hey, hvat hendir her?
Jú, føroyskt filmskvøld í Norðurlandahúsinum.
So frægt veit eg, uttan at spyrja so býtt.
Men filmurin beint nú eitur ”Toilettet”. Og Katrin Ottarsdóttir hevur gjørt hann, fingu vit at vita.
Men, álvaratos, hvat hendir her?
Siti ørkymlaður og spyrji meg sjálvan. Hvønn annan skal eg spyrja? Er hetta Katrin Ottarsdóttir?
Svarið kemur nakrar minuttir seinni, tá filmurin endar. Idé og manuskript Hildigunn Eyðfinnsdóttir og dóttir Katrina. Javell. Hildigunn er eisini einasti leikarin í filminum.
Og so kemur ”Køkkenet”, sama Hildigunn. Eri líka so ovfarin.
Hesir báðir stuttu filmarnir, fimm minuttir hvør, eru í einari verkætlan hjá Katrini Ottarsdóttur, sum eitur "Lejlighedsminder". Søgurnar úr hinum trimum rúmunum í íbúðini eru á veg.
Hesir báðir fyrstu vóru ikki heilt lidnir, segði Katrin í Norðurlandahúsinum.
Og lat meg so siga tað: hesir báðir fyrstu eru sannar filmsperlur. Frálíkar søgur, framúr væl sagdar á einum miskunnarleysum myndamáli, ósmurd realisma, einki uttanumtvætl, einki jólapynt. Júst soleiðis er tann góða, tann veruliga filmslistin.
”Toilettet” er svartur og hvítur, tíbetur, og tíverri er ”Køkkenet” ikki tað.
Tíverri, sigi eg, tí svartir/hvítir filmar eru ein heilt annar miðil enn filmar í litum. Sum plátur og fløgur. Sjálvandi er tað ómentað møsn at tosa um svartar/hvítar filmar og litfilmar, tí svart og hvítt (og grátt) eru eisini litir.
Nógv tann besti filmurin í fjør, ”Hvíta bandið” hjá Michael Haneke er svartur og hvítur. Hann hevði ikki riggað annars.
Og ímyndið tykkum fyrstu - og bestu - filmarnar hjá Ingmar Bergmann í litum. Nei, ha?
”Toilettet” og ”Køkkenet”. Søgurnar í báðum hesum filmunum hjá møðgunum eru so eirindaleysar, klaustrofobiskar og kompaktar, at tú fært ilt í sinnið av teimum. Frásøgnin er so neyv og intim, so skitin, kynisk og kortini so empatisk. Sum sagt, ósmurd realisma.
”Køkkenet” er um bróstkrabba, óttan fyri bróstkrabba. Og tann siropstjúkki súmbolikkurin við teimum báðum kókaðu knettunum, sum verða karvað sundur við einum stórum køksknívi, kann í fyrsta umfari tykjast vera langt uttan fyri øll sømilig mørk. Men tað er hann ikki. Hann riggar jú, súmbolikkurin, og hann ikki bara riggar, hann riggar forbannað væl.
Ørstutt brot í filmunum verða endurtikin. Eisini tað riggar, tey siga okkum, at minnini koma fram.
Katrin Ottarsdóttir tosar ongantíð alment, eg havi ikki hoyrt tað í hvussu so er, uttan at tosa um pengar, sum ikki eru til.
Hesir báðir filmarnir kostaðu ongar pengar, segði hon í Norðurlandahúsinum. Kanska ikki lagnunnar, men onkur speisemi er tað. Tí hesir filmarnir, sum einki kostaðu, eru teir bestu, Katrin Ottarsdóttir higartil hevur gjørt.
Pengar, ja, eg noyðist at minna á orðini hjá meistara Fassbinder sála, hvørja ferð, eg hoyri filmsfólk kæra sína neyð um pengar.
Fassbinder segði: hevur tú hug at gera film, so læn tær eitt filmstól, stjal nakrar rullur av filmi (hetta var í trýssunum) og ger so film. Tað gjørdi Fassbinder, eitt meistaraverkið fyri og annað eftir.
Verkætlanin hjá Katrini Óttarsdóttur er ikki bara fimm filmar, fimm ferðir fimm minuttir, fimm minni.
Ætlanin er at strika eina íbúð á gólvið í einum stórum rúmi, og so verður hvør filmur sýndur á einum skíggja, hvør í sinum rúmi, allir í senn. Ein innstallasjón.
Veit ikki rættiliga, um tað fer at rigga.
Og sama ger. Tvær filmsperlur higartil, og tær rigga.
Eg gleði meg til at síggja søgurnar úr stovuni, gongini og soivkamarinum. Helst í svørtum og hvítum og gráum.