Smuglarar lúra tollvaldið av

? Eingin ivi er um, at smuglingin av rúsandi evnum er vorðin meira skipað seinastu árini. Ein partur av tí er, at smuglarar lúra tollvaldið av við at kanna, hvar narkohundurin er staddur, heldur Kjartan Dam Joensen, yvirtollari. Bara ein narkohundur er í Føroyum, og yvirtollarin umhugsar at fáa ein afturat

Hundurin er besta amboðið hjá tollvaldinum, tá talan er um at fanga narkosmuglarar, men tollararnir sjálvir skulu eisini vita, nær hann skal seta inn.
Bara ein narkohundur er í Føroyum. Hetta halda summi vera ov lítið, tí innsmuglingin av rúsandi evnum er somikið umfatandi, at eingin møguleiki er at fáa bilbukt við henni, tá bara ein hundur er til arbeiðis.
Tað verður sagt, at smuglarar lúra tollvaldið av. Tað verður gjørt við at halda eyguni við, hvar narkohundurin er til arbeiðis. Um tollarin við hundinum t.d. fer til Havnar at taka ímóti Norrønu, verður ringt til Kastrup og sagt frá, at hundurin ikki er á flogvøllinum tann morgunin. Tá er lag á manni at taka nøkur gramm við sær. Hetta ásannar yvirtollarin.
? Eingin ivi er um, at innsmuglingin av rúsandi evnum er vorðin meira skipað seinastu árini. Ein partur av tí er, at smuglararnir hava eyguni við, hvar hundurin er, sigur Kjartan Dam Joensen, ið er yvirtollari á Toll og Skattstovuni.
Soleiðis kunnu smuglarar taka sær løgir og senda nøkur gramm upp til Føroyar, tá eitt skotbrá er í eftirlitinum.
Jens Jensen, løgreglumaður, heldur, at tørvur er á fleiri servandum narkohundum, tí tað er avmarkað, hvat kann gerast við bara einum hundi.
Løgreglan hevur tveir hundar, ið eru vandir til at finna hassj. Hesir eru tó ikki servandi narkohundar, sum tann hjá tollvaldinum, og tí verða teir ikki nýttir, tá talan er um at fanga smuglarar.
Kjartan Dam Joensen sigur, at hann umhugsar í løtuni gjølla at fáa ein servandan narkohund afturat tí eina, sum arbeiðir fyri tollararnar.
Hann ásannar, at við bara einum hundi er varðhaldið sera avmarkað, tí hann fær ikki verið á flogvøllinum, á bryggjuni og á posthúsinum í senn.
Kjartan Dam Joensen leggur afturat, at ferðslan til og úr Føroyum er ómetaliga stór. Fleiri hundrað tons av vøru verða hvørja viku uppskipað her á landi, og tá er tað torført at hava eftirlit við øllum.
? Okkara uppgáva er at gera tað so torført hjá smuglarum sum gjørligt. Tað ræður um at fylgja við og seta inn har tað er neyðugt.

Standa einsamøll
Hann heldur, at løgreglan og tollvaldið standa alt ov einsamøll í stríðnum móti innflutningi av rúsandi evnum. Tað er alt ov sjáldan, at vanlig fólk gera vart við seg, tá tey síggja okkurt illgrunavert, og tí er tað torført hjá teimum at fáa bilbukt trupulleikanum.
Hóast Kjartan Dam Joensen umhugsar at fáa sær fleiri narkohundar, eru eisini vansar við at hava fleiri hundar.
? Tað er umráðandi at hava ein hund, sum altíð er virkin. Okkara ráðgevar í Svøríki siga, at tað er betri at hava ein hund, sum síðani ferðast kring landið, sigur yvirtollarin, sum tó umhugsar at hava tveir hundar.
Ein narkohundur skal hava fjølbroytt arbeiði og vera virkin allatíðina. Um ein hundur hevur ov lítið at gera og ikki er nóg virkin, missir hann venjingina og gerst nyttuleysur.
Hundarnir verða keyptir úr Svøríki, og teir kosta einar 250.000 krónur, og tá er hann servandur og klárur til brúk. Ein narkohundur kann arbeiða í eini sjey ár.