Smuglaralið avdúkað

Í USA hevur løgreglan avdúkað eitt smuglaralið, sum tey seinastu árini hevur smuglað 25 tons av rúsevninum khat til USA.

Sambært løgregluni hava 44 fólk verið uppi í smuglingini, og 30 teirra sita nú í varðhaldi. Undir handtøkunum fann løgreglan fimm tons av khat, ið verða hildin at vera góðar 10 milliónir krónur verd á gøtuni í teimum amerikonsku stórbýunum.

Tað er bannað at innflyta khat til USA, men hetta rúsevnið er vanligt í londum sum Etiopia, Somalia, Kenya og Jemen.