Fýra bretskir hermenn hava viðgingið, at teir hava verið við til at smugla vápn úr Irak við tí fyri eyga at selja tey. Hermenninir, sum komu fyri ein krígsrætt í gjár, játtaðu, at teir høvdu smuglað bæði vápn og lóður úr Irak, tá teir vóru hermenn har. Sambært ákæruvaldinum vóru tað tveir av hermonnunum, sum smuglaðu, men hinir báðir eru ákærdir, tí teir vistu um smuglingina, men boðaðu ikki frá tí.