Smugla túsundtals friðaðar fuglar

Meiri enn 54.000 fuglar, harav fleiri friðað sløg, vórðu smuglaðir umvegis Solomonoyggjarnar árini frá 2000 til 2010. Fuglarnir vórðu sendir frá Solomonoyggjunum til Malaysia og Singapore og haðani seldir út um allan heimin, skrivar Reuters.

Smuglingin bleiv avdúkað, tí myndugleikarnir í Solomonoyggjunum komu fram á ymisk fuglasløg, sum ikki halda til í oyggjunum. Avdúkingin hevur gjørt, at Malaysia hevur bannað øllum innflutningi av fugli, og djóraverndarfelagsskapir royna nú at fáa Singapore at gera tað sama.

Kanningar hava víst, at millum teir smuglaðu fuglarnar eru fleiri sløg, sum eru í vanda fyri at doyggja út. Eitt nú er talan um fugl, sum smuglarar hava fangað í Indonesia og á Papua Ný Guinea.