Smugla stuttleikabátar til Noregs

Norska tollvaldið fer nú at herða stríðið ímóti teimum, sum smugla dýrar stuttleikabátar úr útlondum.

Hjá tollvaldinum duga tey ikki at siga, hvussu nógvir stuttleikabátar verða smuglaðir til landið um árið, og tollvaldið viðgongur, at tað hevur ikki havt tey neyðugu amboðini til at forða hesum.

 

Tiltøk hjá tollvaldinum tey seinastu árini hava avdúkað fleiri smuglaðar bátar, men hjá tollvaldinum ivast tey ikki í, at bátarnir eru væl fleiri. Tí verður ein roynd nú gjørd at herða eftirlitið millum Suðurlandið og Oslofjørðin í summar.

 

Hjá tollvaldinum vísa tey á, at stuttleikabátarnir gerast størri og størri og ganga skjótari og skjótari. Tað ger, at tað er lættari at smugla teir til Noregs úr eitt nú Svøríki og Danmark. 

 

Tollararnir ásanna, at tann norska strondin er eisini væl egna til bátasmugling. Hon er long, firðirnir eru nógvir og langir, og so er eitt ótal av smáoyggjum og hólmum at fjala seg aftanfyri.