Smugla fisk og krabba

Tað er fyri tað mesta sigarettir og øl, sum tollararnir í Norðurnoregi leggja hald á, og í so máta var árið í fjør metár, skrivar Nordlys

Men eitt annað sermerkt við hagtølunum fyri árið er, at har eru millum annað 15,5 tons av kongakrabba og gott og væl eitt tons av fiski. Krabban funnu tollararnir umborð á einum útlendskum skipi í Kirkenes. Fiskin tóku tollararnir frá útlendskum ferðamonnum, sum ikki hava loyvi til at taka meiri enn 15 kilo við sær.