Eiði iðrar seg og Vágseiði fegnast. Vágskvinnur vunnu í dag sera týðandi dystin móti EB í SMS-deildini.
Dysturin í høllini á Eiði endaði við 24-23 sigri til VB, ið var á odda 13-10 í steðginum. Tað eydnaðist EB at javna til 19-19 og til 20-20, men eiðiskvinnur vóru ongantíð á odda í dystinum, heldur ikki í fyrra hálvleiki.
Sigurin merkir, at VB er nú á sera týðandi sætta plássinum, ið gevur atgongd til FM-fjórðingsfinalurnar.
##med2##
Her er dómaraseðilin frá HSF:
##med3##