VÍF vann tá samanum kom greitt 32-25 á VB í Vestmanna í dysti í SMS-deildini í Vestmanna í kvøld. Men ta einu løtuna var rættiligur spenningur í tá VB kom uppá 20-22, men so dróg VÍF frá aftur. Í steðginum var VÍF á odda 17-9.
Agnas Olsen gjørdist toppskjútti hjá VÍF við 10 málum. Ingibjørg Olsen skorað sjey mál og Brynja Rógvadóttir seks mál.
Bára Krosslá Mortensen og Sofía Schrøter gjørdist toppskjúttar hjá VB við seks málum hvør. Durita K. Hjelm skoraði fimm mál.
Kyndil hevur 12 stig og H71 hevur 10 stig. Neistin er nummar trý við átta stigum og VÍF er nummar fýra við seks stigum. StÍF hevur fýra stig, VB hevur tvey stig og aftast er Stjørnan við ongum stigi.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrð H. Hoydal siga frá tí seinastu løtuni av dystinum og taka stutt samanum dystin.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við roynda VB-leikaran, Gurið Krosslá Augustinussen, ið skoraði fýra mál fyri VB. Gurið staðfestir, at tað haltaði ov nógv hjá VB í fyrra hálvleiki tá tær vóru aftanfyri 9-17 í stegðinum. Í steðginum fingu tær í VB ein uppsang, og ta fyrstu stóru løtuna í seinna hálvleiki gekk væl til kreftirnar gingu undan.
3) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við toppskjúttan hjá VÍF, Agnas Olsen sum skoraði 10 mál. Agnas viðgongur, at VB gav heimaliðnum ein hvøkk í seinna hálvleiki, men fegnast um, at VÍF fekk tamarhald aftur á støðuni. Agnas viðgongur, at hetta eru nýggjar tíðir í VÍF har ein ikki liggur frammi í oddinum, men má stríðast hart fyri at kunna røkka fjórða plássinum, og soleiðis vinna seg í FM-hálvfinalurnar.