SMS: Turið stórskjútti við 17 málum í stórsigri hjá Kyndli

Kyndilskvinnur vunnu seg upp á oddasessin í SMS-deildini við 40-20 sigri á StÍF

Við einum 40-20 risasigri á StÍF í høllini á Hálsi í Havn vunnu kyndilskvinnur seg upp á fyrsta plássið í SMS-deildini.

 

Turið Arge Samuelsen gekk undan við at skora heili 17 mál. 

 

Í steðginum var Kyndil á odda 19-9.

 

Tað er ein spennandi kapprenning millum Kyndil, H71, Neistan og Stjørnuna um at røkka tveimum teimum ovastu plássunum, og harvið sleppa beinleiðis í FM-hálvfinalurnar. 

 

##med2##

 

HER er dómaraseðilin frá hsf.fo frá dystinum Kyndil-StÍF 40-20 (19-9) :

##med3##