Søla
P/F Fastognarfelagið, sum stendur aftanfyri SMS í Havn, hevur keypt ognina, har Ludvík Petersen áður hevði bilasølu og verkstað í Smiðjugerði 4 í Havn.
Seljari er Sp/f Slp við Ludvík Petersen.
Bæði seljari og keypari vátta søluna, men hvørgin vil upplýsa søluprísin.
Hansdilsvirksemi
Niels Mortensen, stjóri, sigur, at felagið helst fer at lata upp handil í Smiðjugerði. Gólvvíddin á ognini er stívliga 1000 fermetrar, og grundøkið er 2500 fermetrar.
- Enn hava vit ikki endaliga gjørt av, hvat slag av handilsvirksemi talan verður um, men óhugsandi er ikki, at ognin í fyrsta lagi verður karmur um bakarí.
Hann vísir á, at ógvuliga torført er at fáa handverkar og fólk til arbeiðis annars, tí virksemið í landinum er so stórt.
- Tað gongur ógvuliga illa at uppdríva handverkarar. So, vit kunnu bara taka ein dag í senn. Vit vita ikki, nær vit sleppa í gongd við tí, sum skal gerast í Smiðjugerði.
Góð plasering
Niels Mortensen sigur, at felagið keypti ognina í Smiðjugerði, tí hon hevur eina góða plastering við Ringvegin.
- Vit halda, at hetta er ein av bestu plaseringum í hesum partinum av býnum – eisini við teimum møguleikum, sum liggja fyri framman, sigur stjórin.
Hann væntar, at felagið fer at geva sær hampiliga góðar stundir at hyggja uppá hesa nýggju verkætlan.
- Tað kann koma at taka sína tíð, men tað kann eisini ganga skjótt, um viðurskiftini broytast, sigur Niels Mortensen, stjóri.