SMS: Stórsigrar til Neistan, H71 og Stjørnuna

Kapprenningin um annað plássið í SMS-deildini er hørð

Tríggir dystir eru leiktir í SMS-deildini fyrr í dag. Klokkan 18 byrjar tann fjórði dysturin, ið er millum Kyndil og VÍF í høllini á Hálsi í Havn.

 

Suðuri í høllini í Vági vann H71 stórsigur 37-16 á VB. Tíverri er eingin dómaraseðil tøkur frá dystinum. 

 

Í høllini á Hálsi vann Neistin eisini stórsigur, har StÍF var á vitjan. Neistin vann dystin 41-18. StíF var frægari við í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Neistin á odda 18-12.

 

Í KÍ-høllini í Klaksvík vann Stjørnan 34-24 á EB. Í steðginum vóru klaksvíkskvinnur á odda 17-14.

 

H71 stýrir trygt ímóti FM-hálvfinalunum, men kapprenningin um annað plássið er beinhørð: 

 

##med2##

 

HER er dómaraseðilin frá HSF frá dystinum Neistin-StÍF 41-18 (18-12):

 

##med3##

 

HER er dómaraseðilin frá HSF frá dystinum Stjørnan-EB 34-24 (17-14):

 

##med4##