Seinnapartin var finalan í niðara endaspælinum í SMS-deildini millum Kyndil og StÍF leikt í høllini á Hálsi í Havn.
StÍF vann 27-20. Í steðginum var StÍF á odda 14-11. Tá 48 minuttir vóru leiktir var StÍF bert á odda 19-18. Tá megnaðu strandakvinnur uppá tríggjar minuttir at koma uppá eina 22-18 leiðslu.
Við støðuna 22-19 skoraði Rebekka Justinussen fýra mál á rað fyri StÍF, og so var støðan 26-19 og løst og liðugt. Rebekka gjørdist toppskjútti við 10 málum.
StÍF fekk umframt steyp ein kekk uppá 10.000 krónur.
StÍF-VB 27-20 (14-11) - Her sæst dómaraseðilin frá HSF:
##med2##