Ein dystur var leiktur í SMS-deildini í høllini í Vestmanna í kvøld, har VÍF tók ímóti StÍF.
Tað eydnaðist StÍF at vinna dystin 29-26. Í steðginum var StÍF á odda 14-13.
Tá færri enn tveir minuttir vóru eftir av dystinum minkaði Bjørg á Líknargøtu hjá VÍF um munin til 26-27. Men tað eydnaðist StÍF at halda høvdið kalt og at skora tvey mál seinastu løtuna.
Veteranurin, Paula Dulavík Berg gekk undan hjá StÍF í kvøld, og hon var toppskjútti hjá strandakvinnum við 10 málum.
Agnas Funn var toppskjútti hjá VÍF við seks málum.
HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF:
##med2##
| Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
|---|---|---|---|---|---|
| KYNDIL | 17 | 548 | 417 | 131 | 31 |
| NEISTIN | 17 | 537 | 440 | 97 | 26 |
| H71 | 17 | 531 | 459 | 72 | 23 |
| STÍF | 17 | 498 | 477 | 21 | 22 |
| VÍF | 17 | 509 | 469 | 40 | 18 |
| STJØRNAN | 17 | 430 | 530 | -100 | 8 |
| EB | 17 | 439 | 530 | -91 | 7 |
| VB | 17 | 407 | 577 | -170 | 1 |












