Ein sera týðandi dystur í kapprenningini í SMS-deildini um at røkka sætta plássinum, ið gevur atgongd til eina FM-fjórðingsfinalu var leiktur í høllini á Skála í kvøld.
StÍF sum var á sjeynda plássinum við fýra stígum tók ímóti VB, ið var á sætta plássinum við fimm stigum.
StÍF vann dystin 28-22, og er nú á sætta plássinum sum gevur atgongd til eina FM-fjórðingsfinalu. Í steðginum vóru strandakvinnur á odda 16-10. Í seinna hálvleiki var munurin ongantíð minni enn ein seksmáls leiðsla til StÍF.
Kapprenningin millum StÍF, VB og EB um sætta plássið er spennandi. Nummar fimm og seks spæla FM-fjórðingsfinalu móti nummar trý og fýra tá grundspælið er liðugt.
##med2##
HER er dómaraseðilin frá HSF:
##med3##